2025-06-07 19:22

Flakatrolarin Gadus hevur sett kós móti Føroyum, har skipið skal landa 1.200 tons.
Gadus fór úr Føroyum tann 24. mars, og hevur roynt í norska partinum av Barentshavinum hendan túrin.
Fiskiskapurin hevur verið góður, og Gadus hevur fløk, mjøl og lýsi í lastuni, sum skal landast í Ánunum.
Eftir ætlan verður Gadus á Ánunum í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald