Tvíkiljan Bakkabrúgv, áður kallað Agnavík, er í hesum døgum á beding hjá KJ í Fuglafirði til fimm ára sýn.
Bakkabrúgv varð bygd og latin Bakkafrosti í 2020 og er nummar 54 í røðini av tvíkiljum frá KJ. Tvíkiljan er umbygd síðani tá, og verður nú brúkt til at vaska og reinsa nótirnar á aliringunum á føroysku firðunum.
Tvíkiljan er tikin uppá á bedingina, soleiðis at fimm ára sýn kann fremjast. Millum annað skulu akslar og róðurstammir takast úr tvíkiljuni og sýnast. Harafturat verða aðrar umvælingar og vanligt viðlíkahald gjørt.
Arbeiðsfólkið á bedingini lata væl at arbeiðinum, og umvælingarnar og viðlíkahaldið ganga sum ætlað. Arbeiðið fer væntandi at taka áleið tvær vikur og tvíkiljan verður eftir ætlan sjósett í viku fimm, skrivar KJ á heimasíðuni.
Um mánaðarskiftið januar-februar verður ferð sett á arbeiðið við nýbygningi nummar 66, ið skal latast Bakkafrosti. Talan er um tvíkilju, sum er 20×9 metrar til støddar, og er systurskip til tvíkiljuna Miðenni, ið varð latin Bakkafrosti á jólum í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald