2025-01-22 06:54
Uppsjóvarskipið Fagraberg er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.
Fagraberg hevur verið á makrelveiðu í bretksum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan skal landa til Pelagos, og tá ið Fagraberg kom á Fuglafjørð í gjár landaðir Hoyvík beint undir 800 tons av makreli, sum eisini er fiskaður í bretskum sjógvi.
Hjá Pelagos verður makrelurin landaður til matna, og Fagraberg fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald