2025-01-22 20:01
Tey eru at samanbera við marglætisferðamannaskip, nýggju fiskiskipini, sum seinastu árini eru komin í føroyska flotan.
Nýggi Høgaberg, sum Framherji í Fuglafirði yvirtók í gjár, er einki undantak í so máta. Umstøðurnar hjá manningini eru í topp. Tað sæst á myndunum niðanfyri, sum Karstensens Skibsværft hevur tikið.
Høgaberg loysti í dag í Skagen og er á veg í føroyskan sjógv, har teir fara á svartkjaftaveiðu. Eftir tann túrin kemur skipið á fyrsta sinni á Fuglafjørð.
Les eisini: Framherji yvirtikið Høgaberg
Sí myndir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald