Innanlands

Nærkast til Varðin yvirtekur tveir nýggjar frystitrolarar

Seinni í summar yvirtekur Varðin tveir nýggjar og framkomnar frystitrolarar

Dunga Jákup og Sjúrður Tollaksson verða handaðir Varðanum seinni í summar (Samansett mynd)

Dunga Jákup og Sjúrður Tollaksson verða handaðir Varðanum seinni í summar (Samansett mynd)

2026-05-18 17:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Varðin letur í løtuni tveir framkomnar frystitrolarar byggja. Annan hjá Mest í Føroyum, og hin hjá Karstensens Skibsværft í Skagen. 

Dunga Jákup er frystitrolarin, sum Mest letur byggja fyri Varðan, og hann verður verður góðar 44 metrar langur, og slakar 12 metrar breiður.

Frystitrolarin skal hava ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 HK. Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.

Skipið skal hava verksmiðju, sum kann frysta 40 tons um samdøgrið. Skrokkurin er gjørdur í Póllandi, og kom á Skála jólaaftan í fjør.

Sjúrður Tollaksson bygdur í Skagen

Sjúrður Tollaksson er 44,10 metrar langur og 11,5 metrar breiður, og kemur í føroyska flotan, har hesin trolarin og systurskipið, sum Framherji letur byggja á somu skipasmiðju, skulu avloysa Rók og Lerk.

Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur. Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku.

Hugsað er eisini um umhvørvið – frystitrolarin er sniðgivin so hann hevur so lítla ávirkan á umhvørvið sum møguligt og harvið veiða burðardygt. Sjúrður Tollaksson hevur lutfalsliga stór skrúvubløð og snúningstalið á skrúvuni er lágt. Frystitrolarin skal lúka øll nútímans krøv til útlát og larm.

Báðir trolararnir koma eftir ætlan í flotan seinni í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder