2020-08-14 17:12
Føroyska uppsjóvarskipið Gøtunes fór í gjár av Runavík, og setti kós móti makrelfeltinum norðan fyri Føroyar.
Teir hava ligið á Skála seinastu tíðina, har skipið hevur fingið nýtt navn málað á, umframt onnur smáting eru gjørd við skipið.
Gøtunes fór av Runavík um middasleitið í gjár, og setti kós norðureftir, har eisini Finnur Fríði roynir eftir makreli.
Sagt verður frá, at tað er lítið av makreli at síggja enn í føroyskum sjógvi, men tað er vanligt hesa tíðina, men vónandi vendist gongdin skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald