2026-09-20 22:47
Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur síðan í nátt sleipað farmaskipið Arnarfell hjá Samskip og fyri løtu síðan komu tey á Skálafjørðin.
Samson og Pressarin hjá Mest eru eisini og hjálpa til at leggja at.
Arnarfell fekk maskinrek í gjár, tá tað var statt ein landsynning úr Føroyum.
Sambært eyp.fo, var Arnarfell 72 sjómíl eystur úr Akrabyrgi, tá farið var undir sleipið.
Føroysku vaktar- og bjargingarskipini, Brimil og Tjaldrið, eru ikki tøk í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald