Innanlands

Gøtunes landar á Tvøroyri

Gøtunes kom á Tvøroyri í gjár við 1650 tonsum

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-10-03 20:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes kom í gjár á Tvøroyri, har teir skulu landa.

Teir hava fiskað sild í føroyskum sjógvi, og hava 1650 tons av góðari sild, sum teir landa til Varðan Pelagic.

Upplýst verður at støddin liggur um 400 gramm í miðal.

Gøtunes byrjaði at landa tíðliga í morgun, og fer aftur á sildaveiðu tá ið liðugt er at landa.

Uppsjóvarskipið Borgarin kom seinnapartin á Kollafjørð, har teir skulu landa 1250 tons av sild, sum teir eisini hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Teir skulu byrja at landa klokkan 20 í kvøld, og landa teir til Faroe Pelagic.

Teir fara eisini aftur á sildaveiðu í føroyskum sjógvi tá ið liðugt er at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder