Innanlands

Granskingin av sjósílum heldur fram

Havbúnaðarfelagið og Firum hava longt avtaluna, sum byrjaði í 2019

Kirstin Eliasen, deildarleiðari hjá Firum, og Øssur M. Dalbúð, ráðgevi hjá Havbúnaðarfelagnum, taka lógvatak saman, tá ið avtalan varð longd (Mynd: Industry.fo)

Kirstin Eliasen, deildarleiðari hjá Firum, og Øssur M. Dalbúð, ráðgevi hjá Havbúnaðarfelagnum, taka lógvatak saman, tá ið avtalan varð longd (Mynd: Industry.fo)

2025-06-03 19:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Verkætlanin, sum skal lýsa støðuna hjá sjósílastovninum í Føroyum, heldur fram eitt ár afturat.

Vinnuhúsið skrivar, at Havbúnaðarfelagið og Firum hava longt avtaluna, sum byrjaði í 2019.

Verkætlanin skal geva betri vitan um, hvussu alivinnan og onnur viðurskifti ávirka sjósíl og umhvørvið í sjónum. Havbúnaðarfelagið metir, at tað hevur stóran týdning at kanna, tí áðrenn verkætlanin fór av bakkastokki var vitanin um sjósílastovnin avmarkað.

Allar kanningarnar verða fíggjaðar av Havbúnaðarfelagnum, og úrslitini hava longu verið við til at økja munandi um vitanina.

Verkætlanin er býtt í tveir partar. Tann eini snýr seg um at kanna, nær og undir hvørjum umstøðum sjósílayngul ferðast frá ánni út á sjógv. Hin parturin er at kanna støðuna hjá vaksnum sjósílum á sjónum, og saman geva hesir partar eina heildarmynd av støðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder