Kokkurin Gutti Winther var greiður á Fiskivinnutinginum í Klaksvík í gjárkvøldið. Vit skulu fáa eitt so stórt virðisgrundarlag undir hesari fantastisku vøruni, sigur kendi føroyski kokkurin, sum millum annað hevur gjørt væl umtøktu sendingarnar “Spískamarið”.
- Tað er bæði genetiskt og umstøðurnar hjá fiskinum at liva í, sum gera bankatoskin so fantastiskan, sum hann er. Her er talan avgjørt um besta toskin á marknaðinum, og tað skulu vit gagnnýta, tí tað er eitt so ómetaliga stórt virðisgrundarlag undir hesari veiðuni. Men vit mugu sjálvandi ansa eftir, at vit ikki troyta stovnin, sigur Gutti Winther.
(Savnsmynd)
Kokkurin leggur aftrat, at hann vónar at vinna og land hava somu vónir sum hann, soleiðis at vit sum samfelag kunnu fáa sum mest burturúr hesum tilfeinginum, sum hevur sett Føroyar á heimskortið, og her verður sipað til saltfiskin, sum eyðkeyndi Føroyar fyri fleiri árum síðan.
- Saltfiskurin, sum vit vórðu kend fyri fyrr í tíðini, hann er ikki til longur, og tað er so ómetaliga synd, tí her er talan um eina fantastiska rávøru, og vit skulu duga betri at virðisøkja hetta. Ynskið hevði verið at man droppaði pitsuna, og fingu fyrsta floks saltfisk heldur, legði Gutti Winther skemtiliga aftrat.
(Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald