- Í dag gongur tað fínt, men um vit hugsa tveir mánaðir fram, so kann tað blíva heilt alvorligt, segði Hanus Hansen, reiðari í JFK, við Norðlýsið í gjárkvøldið.
Hann var gestur í sendingini sum Norðlýsið og Spaniastova skipaðu fyri “Saman í tryggari fjarstøðu” triðja leygarkvøld á rað.
JFK hevur nógv virksemi í Klaksvík og hevur 600 starvsfólk í starvi. Á summum økjum hevur koronasmittan rakt felagið hart og á øðrum økjum er tað ikki so galið.
- England er fullkomiliga uppsteðgað. Fiskurin sum Gadus fiskar, fer alt meira ella minni til Fish & chips, og tær 13.000 fisk og kips- matstovurnar eru næstan allar lukkaðar, greiðir Hanus Hansen frá.
- So tað er rættiliga alvorligt. Veiðan sum Gadus hevði við hendan túrin skuldi verið seld fyri einar 42 milliónir, men tað fáa vit ikki selt. Og sum steinur oman á byrðu, so klára teir, sum keyptu fiskin síðsta túr ikki at betala. Tað vil siga, at vit hava eini 20 milliónir útstandandi fyri síðsta túr, og gott 40 milliónir fyri hendan túrin. Um tað so gongur væl næsta túr, teir verða aftur um tveir mánaðir, so eru vit uppi á 100 milliónum krónum.
- Um støðan við korona ikki broytist, og Jákup B og Klakkur ikki sleppa av við sítt næstu tveir mánaðirnir, koma vit upp á 130 milliónir og vit samstundis taka saltfiskin á Kósini við, so eru vit uppi á 150 milliónum, sum vit ikki kunnu selja. Tá blívur støðan hættislig fyri okkum, greiðir Hanus Hansen, reiðari frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald