Innanlands

Hav Sund fyrstu ferð í Føroyum

Tað er sjálvandi munur á at vera lastaður við soyabønum upp undir lúkurnar og so at hava sand ella skerv, sum liggur niðast í lastini. Skipið er róligari við soyabønum enn við sand, tí vektin liggur hægri í lastini, sigur skiparin, Jørgen F. Andreassen

Oddbjørn Neshamar, stýrimaður og Jørgen F. Andreassen, skipari (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Oddbjørn Neshamar, stýrimaður og Jørgen F. Andreassen, skipari (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-10-08 18:02 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Sunnukvøldið kom nýggjasta skipið hjá reiðarínum Navigare á Klaksvík. Teir komu úr Norra við sandi og skervi. Mikudagin kom skipið á Sund, har teir hava lastað gamalt jarn (skrátt) til Týsklands. 

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og fekk eitt prát við skiparan, Jørgen F. Andreassen. 

Uppá fyrispurning um hvussu skipið hevur roynst, sigur hann:

- Nú havi eg bara verið fáar vikur umborð, men eg haldi skipið roynist væl. Tað er sjálvandi munur á at vera lastaður við soyabønum upp undir lúkurnar og so at hava sand ella skerv, sum liggur niðast í lastini. Skipið er róligari við soyabønum enn við sand, tí vektin liggur hægri í lastini, sigur hann.

- Hetta er eitt gott skipið og riggar væl. Tað er nýliga komið av skipasmiðju í Póllandi, har nógv er gjørt við tað. Alt maskinaríið er yvirhálað, og so er tað umbygt til sjálvlossara. Aðrar dagføringar eru eisini gjørdar, so skipið er í fínasta standi, sigur Jørgen F. Andreassen.

- Skipið er bygt í 2008. Tað er 90 metrar langt, 14,4 metrar breitt og hevur ein MAK motor á 1980 KW. Skipið lastar 4650 tons. Tað kann lasta 4700 tons alt eftir, hvussu nógv av olju vit hava umborð, sigur Jørgen.

Frá Sjómansmissiónini fingu teir bíbliu, sangheftir, andaktsbók , skriftstað, geyma við kristnum sangum og annað. Sjómanstrúboðarin hevði andakt, bøn og lýsti signingina. 

Jørgen keypti nýggju bókina: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar” og gleðir seg til at lesa um allar sjómanskvinnuringarnar, sum hava gjørt og støðugt gera eitt gott arbeiði fyri sjófólkið og Sjómansmissiónina.

Sjómansmissiónin ynskir reiðarínum til lukku og Guds signing við Hav Sund.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder