Hjá Havsbrún í Fuglafirði hava tey úr at gera at framleiða svartkjaftin, sum skipini fiska.
Finnur Fríði hevur júst landað 1400 tons av svartkjafti til Havsbrún, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi. Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og nú verður riggað til at fara á lodnuveiðu í íslendskum sjógvi.
Aftaná Finn Fríða byrjaði Gøtunes at landa. Gøtunes hevur umleið 2000 tons av svartkjafti. Eisini Gøtunes hevur havt hampuligan fiskiskap í føroyskum sjógvi.
Tá ið Gøtunes hevur landað, skal Christian í Grótinum landa heili 3400 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Christian í Grótinum hevur havt góðan fiskiskap, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap.
Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Finnur Fríði (Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald