Havstovan hevur nú latið Fiskimálaráðnum sítt tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2023.
Við støði í umsitingarætlanini frá 2019 mælir Havstovan til, at tillutaðu fiskidagarnir fyri lemma- og partrolarar (bólkur 2) verða øktir við 5 prosentum og fiskidagarnir fyri línu, snellu og trol á landleiðini (Bólkur 3-5) verða skerdir við 5 prosentum.
Í farna mánaði mælti altjóða havrannsóknarstovnurin ICES til, at eingin toskur á landgrunninum verður fiskaður í 2023 og í 2024.
Hetta hevur avbjóðingar við sær, tí toskur verður fiskaður í línufiskiskapi eftir hýsu og trolfiskiskapi eftir upsa. Havstovan mælir til at ávísar rammur verða settar fyri at hýsa og upsi kunnu fiskast, uttan at ov nógv av toski er uppií. Hetta kann t.d. gerast við hjáveiðureglum ella økisfriðingum fyri annaðhvørt ávísan reiðskap ella ávisar skipabólkar.
Á Føroyabanka mælir Havstovan til, at fiskidagatalið í 2023 verður 200 dagar við bæði stórum og smáum fiskiførum, sum fiska við húki. Í 2020-21 var tó meira at fáa av toski í yvirlitstrolingunum á Føroyabanka, sum bendi á, at toskastovnurin var í ferð við at koma fyri seg aftur, aftaná at hava verið undir minstamarki í 15 ár.
Føroyabanki tolir lítið av roynd, og Havstovan mælir til at farið verður varisliga fram.
Tilmælið frá Havstovuni sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald