Innanlands

Havstovan: Veðurlagsbroytingarnar eru í ferð við at broyta havið

Serliga skjótt ganga hesar broytingar í Íshavinum.

2018-11-22 19:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Minkaður havísur og øktur hiti fara helst at broyta styrki og gongd í gróðrinum av plantuæti, sum er grundarlagið undir vistskipanunum í arktiskum havøki.

Nógvar arktiskar tjóðir (teirra millum Føroyar) eru fíggjarliga bundnar at hesum vistskipanum, og tí er umráðandi at skilja broytingarnar. Hetta er tó ikki so einfalt. Havið broytist støðugt, og sjógvur úr einum øki ferðast og blandast við annan sjógv. Serliga torført gerst tað í økjum, har sjógvur av ymiskum uppruna møtist, sum á markinum millum Atlantssjógv og Íshavssjógv í Framsundinum (millum Svalbard og Grønland).

Í nýggjari grein verður eitt teldumodel brúkt til at rokna havstreymarnar í Framsundi og frá teimum at finna tey havøki, sum til skiftandi tíðir kunnu ávirka tvey støð í Framsundi, har mátiútgerð hevur ligið í langa tíð.

Tá hesi øki eru funnin, ber til at brúka mátingar frá fylgisveinum at avgera, hvussu nógvur ísur hevur verið í teimum, og finna gróðurin av plantuæti. Mátingarnar vísa stórar broytingar í ísi frá einum ári til annað og eina øking í gróðrinum seinastu árini, sum kanska stavar frá øktari ávirkan av tí heitara Atlantssjónum inn í Arktis. Ian Salter á Havstovuni gjørdi greinina saman við starvsfeløgum á Alfred-Wegener Institut, Bremerhaven í Týsklandi.

Fulla greinin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder