Innanlands

Heimsins sterkasta træskip á Klaksvík

Komu inn á Norðhavnina at bíða eftir betri veðri

2018-07-26 22:35 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Seinnapartin kom Maud, skipið hjá kenda norska polargranskaranum Roald Amundsen, á Norðhavnina. Tað stendur á einum flaka og verður sleipa av norska sleipibátinum Tandberg Polar.

Maud varð bygd í Oslo í 1917 og var heimsins sterkasta træskip. Nevnast kann, at tað er 90 cm tjúkt undir vantganginum.

Roald Amundsen gjørdi fleiri polarferðir við síni serútgjørdu Maud, men í 1930 sakk skipið í “norðvesturrutuni” í Norðurkanada á 10 metrar dýpið.

Tað er felagið Tandberg Eiendom, sum er við í verkætlanini, at fáa Maud aftur til Oslu. Har skal nýtt forngripasavn byggjast til Maud á sama staði, har hon var bygd í 1917.

Sleipibáturin við serútgerð fór úr Norra í 2014. Har hava teir arbeitt við at fáa Maud uppfrá botni. Teir løgdu fyrst pútur undir skipið og pumpaðu so luft í. Tá so Maud var komin naka uppfrá botni, søktu teir stóru lufttangarnar, sum hon nú stendur á, niður um skipið. So pumpaðu teir sjógvin úr tangunum og pumpaðu luft í ístaðin, so at tangarnir við skipinum á, kom upp undan og upp á flot.

Teir sjey mennirnir umborð á sleiparanum siga, at arbeiðið hevur tikið fleiri ár, men tá skal sigast, at har skipið lá er bara ísfrítt og arbeiðsfriður í uml. tveir mánaðir um summarið.

Teir søgdu, at Maud var sjálvsagt vatndruknað og vigaði 500 tons, tá teir tóku hana upp. Nú umleið eitt ár seinni vigar hon 400 tons. Síðsta heyst var Maud sleipað frá har hon var tikin upp og til Grønlands, har hon hevur ligið í vetur. Nú er so ætlanin at sleipa hana til Oslo í summar.

Skipini komu inn á Norðurhavnina at bíða eftir betri veðrið. Teir mugu hava gott veður fyri at kunna sleipa skipið, so teir ikki missa tað ella tað brotnar meiri enn tað longu er.

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder