Innanlands

Hesi fáa makrel til vinnuligar royndir

Tey 1.900 tonsini eru býtt í átta partar millum 150 og 350 tons

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-15 11:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrr í vikuni varð kunngjørt hvørji feløg og fyritøkur høvdu fingið tillutað tey 1.900 tonsini av makreli, sum í ár eru sett av til vinnuligar fiskiroyndir.

Í samráð við Havstovuna gjørdi Fiskimálaráðið av at býta kvotuna millum átta av teimum 11 umsóknunum, sum komu inn.

Les eisini: 19 av 26 umsøkjarum fingu part av kvotuni 

“Í viðgerðini og í raðfestingini av umsóknunum er roynt at leggja serligan dent á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum, umframt virðisøking av veiðuni”, sigur Fiskimálaráðið.

Portalurin hevur nú fingið innlit í hvør hevur fingið kvoturnar:

Flakaskering og glasering
P/f Tavan fær, í samstarvi við skipini Jupiter, Katrin Jóhannu, Arctic Voyager, Borgaran, Norðing, Fagraberg og Høgaberg, tillutað 350 tons. Verkætlanin er framhald av verkætlan seinastu árini.

Framleiðslan á virkinum er flakaskering og glasering av fløkunum í saltlaka, sum siðan verða singulfryst. Framleiðslan verður í stóran mun seld til til roykaríir í EU, sum ynskja hesa vøruna, tí hon kann roykjast beinleiðis við lítlari handfaring.

Singulfrystur og skildur
P/f Kósin fær, í samstarvi við skipini Norðing og Borgarin og virkið hjá P.P. Faroe Pelagic, tillutað 350 tons. Ætlanin byggir á at skipini fiska og landa makrelin til virki í Kollafirði, har makrelurin verður støddarskildur.

Við tangabili verður vøran flutt til Kósina. Á Kósini verður makelurin kruvdur, singulfrystur og skildur í neyvar støddir, eftir ynski frá keyparum. Pakkað verður í 3-5 kg eskjur.

Menna burtur úr fráskurði
P/f Varðin Pelagic fær, saman við skipunum í samtakinum, tillutað 250 tons. Ætlanin sum verður stuðlað, er ein verkætlan sum miðar í móti at menna ymsar framleiðslur burtur úr fráskurði av makreli.

Gagnnýta makrel, sum annars fer til mjøl
P/f TG Seafood fær í samstarvi við skipini Fram, Eystubúgvan, Vesturbúgvan og Arctic Voyager, tillutaði 250 tons. Ætlanin sum er stuðlað er ein verkætlan sum byggir á at framleiða heysaðan, rundfrystan makrel og makrelfløk og pakka hesi í smærri eindir.

Hartil er ætlanin at fara undir at gagnnýta makrel, sum vegna stødd ella brot vanliga fer til mjøl, til matna.

P/f Delta Seafood fær í samstarvi við skipini Fram, Eystubúgvan, Vesturbúgvan, Arctic Voyager, Tummas T og Gøtunes tillutað 250 tons. Ætlanin sum er stuðlað er ein verkætlan, sum byggir á at framleiða einkultfrystan rundan makrel og einkultfryst fløk og vakkuumpakka ávísar støddir.

Hartil er ætlanin at fara undir at menna framleiðslu úr makreli, sum vegna stødd ella brot vanliga fer til mjøl, til matna.

Agnmakrel til føroyskar og útlendskarar keyparar
Sp/f Glyggur Fishproteins and Bait fær, í samstarvi við Snarfrost og TG Seafood, tillutað 200 tons. Ætlanin sum verður stuðlað, er ein verkætlan sum miðar í móti at við hesi kvotuni, kann felagið býta um og soleiðis fáa fatur á og menna tann makrelin til agnmakrel, sum annars vegna brot ella stødd, verður skildur frá og nýttur til mjøl.

Agnmakrelurin kann tá seljast føroyskum ella útlendskum keyparum.

Betri gagnnýtsla av trolinum
P/f Gulenni fær, í samstarvið við Mtr Tummas T, P/f Vónina og P/f Varðan Pelagic, tillutað 150 tons. Ætlanin sum verður stuðlað er ein verkætlan sum miðar í móti at tillaga bæði bellin og fornetið í einum troli, soleiðis at bellurin verður størri, fornetið í somu stødd, men trolið verður lættari at toga við tað at tráðurin sum nýttur verður er klænri.

Endamálið er at menna eitt trol, sum fiskar eins væl, er lættari at toga og sum tekur minni pláss.

P/f Kinnfelli fær, í samstarvi við P/f Vónina, tillutað 150 tons. Verkætlanin hevur til endamáls at menna og royna nýggjan trolreiðskap við tí fyri eyga at spara olju, tíð og somuleiðis at kunna nýta sama trol til sild og makrel. Nýggja trolið skal, hóast tað er størri, vera lættari at toga og vera lætt at venda við sum er neyðugt tá ein fiskar makrel.

Fyri at fáa hesar eginleikar og fyri at broyta trolið, so makrelurin kemur betur aftur í posan, er ætlanin at broyta bellin soleiðis, at gjøgnumstreymingin verður betri enn í fjør. Hetta verður mett at geva betri góðsku, samstundis sum tað gevur orkusparing. 

Les eisini: Hesi fáa norðhavssild til vinnuligar royndir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder