Innanlands

Hesi fáa norðhavssild til vinnuligar royndir

3.700 tons vórðu býtt í 10 partar - Tavan í Leirvík og Vestmanna Seafood fingu teir størstu partarnar

Kryddsild í bitum, framleidd í Leirvík (Savnsmynd: Tavan)

Kryddsild í bitum, framleidd í Leirvík (Savnsmynd: Tavan)

2021-08-15 13:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá umsóknarfreistin at søkja um at fáa lut í sildakvotunum til vinnuligar royndir var úti, fekk Fiskimálaráðið 15 umsóknir um tilsamans 14.250 tons.

Men í kunngerðini um fiskiskap eftir sild eru bert avsett 3.700 tons av sild til hesar royndir. Fiskimálaráðið avgjørdi tí, í samráð við Havstovuna, at lata 10 umsøkjarum kvotur.

Les eisini: 19 av 26 umsøkjarum fingu part av kvotuni 

Pf. Tavan í Leirvík og Pf. Vestmanna Seafood fingu teir størstu partarnar ávikavist 700 og 500 tons. Men tilsamans fekk Varðin Pelagic tó mest, tí virkið á Tvøroyri fekk tilluta kvotur til tvær ymsar verkætlanir, tilsamans 750 tons.

Hesi fingu tillutað kvotur til vinnuligar royndir:

Skorin í bitar til Svøríkis
Pf. Tavan fær, í samstarvi við skipini Jupiter, Katrin Jóhannu, Arctic Voyager, Borgaran, Norðing, Fagraberg og Høgaberg, tillutað 700 tons. Verkætlanin er framhald av verkætlan seinastu árini. Framleiðslan á virkinum er flakaskering og skrædlaði fløk.

Meginparturin av framleiðsluni verður skorin í bitar. Bæði fløk og bitar hava higartil verið framleidd til kryddbitar, bitar og saltfløk, síðan 2019 er eisini farið undir at marinera.

Í 2021 er ætlanin at økja um framleiðsluna av marineraðum. Framleiðslan verður í stóran mun seld til Svøríkis, men ætlanin er eisini at koma á aðrar marknaðir.

Til evropeiska og russiska marknaðin
Pf. Vestmanna Seafood fær, saman við skipunum Arctic Voyager, Fram og Katrin Jóhannu, tillutað 500 tons. Verkætlanin byggir á at handfara sildina best gjørligt umborð og landa smærri og passaligar nøgdir til virkið í Vestmanna.

Endamálið við verkætlanini er víðari at skera sildina til flak á virkinum. Fløkini verða støddarskild og fryst bæði í blokk, í smápakkar og sum IQF vøra til catering. Sildin skal seljast á europeiska og russiska marknaðinum og vantandi til betri prís og betri vinning hjá virkinum.

Í krukkur og tunnur
Varðin Pelagic fær, í samstarvi við skipini í samtakinum, tillutaði 400 tons. Endamálið við verkætlanini er at seta sjóneykuna á møguleikarnar at fáa meir burtur úr føroysku sildini.

Ætlanin byggir á at menna serframleiðslur av marineraðari sild, sum skulu seljast á europeisku marknaðunum. Miðað verður eftir bæði at framleiða marineraða sild í krukku og búnaða sild í tunnur, sum verða seldar til keyparar uttanlands til at virka víðari.

Gagnnýta fráskurðin
Pf. Varðin Pelagic fær, saman við skipunum í samtakinum, tillutað 350 tons. Ætlanin sum verður stuðlað er ein verkætlan, sum miðar í móti at menna ymsar framleiðslur burtur úr fráskurði av sild.

Koyrast við bilum úr Kollafirði til Klaksvíkar
Pf. Kósin fær, í samstarvi við skipini Norðing og Borgaran og virkið hjá P.P. Faroe Pelagic, tillutað 300 tons. Ætlanin byggir á at skipini fiska og landa sildina til virki í Kollafirði, har sildin verður skorin til flak, við og uttan skræðu. Við tangabili,verður vøran flutt til Kósina.

Við støði í royndum frá fyrr, verður sildin framleidd sum glaserað fløk ella bitar, sum verða singulfrystir ella frystir í blokk. Vøran verður seld samstarvspartnara í Hollandi til víðari virking har.

Menna eitt minni trol
Pf. Gulenni fær, í samstarvið við Mtr Tummas T, Pf. Vónina og Pf. Varðan Pelagic, tillutaði 250 tons. Ætlanin sum verður stuðlað er ein verkætlan sum miðar í móti at menna eitt minni trol soleiðis at tað við einum minni troli, ber til at fiska eins væl ella betur enn við einum størri troli.

Verkætlanin miðar í móti at nýta eitt nýtt skap í bellinum og gera bellin størri og úr øðrvísi tilfari. Soleiðis skal ein fáa ein størri bell, men sum er eins lættur ella lættari at toga og sum harvið er betur egnaður til skip við minni motororku.

Vakumpassa bestu sildina í laka
Pf. Jupiter fær, saman við Pf. Pelagos, tillutaði 250 tons. Ætlanin er at fiska sildina til hesa framleiðsluna síðst á hvørjum túri, fyri at hava best møguliga góðsku.

Ætlanin byggir víðari á at skera sildina til sildaflaps og sildafløk støddarskilja hesi í neyvar støddir, sum síðan verða vakuumpakkaði í laka. Ætlanin er at selja framleiðsluna á ES marknaðinum.

Betri gjøgnumstreyming í posanum
Pf. Jókin fær, í samstarvi við Pf. Pelagos og Pf. Vónina, tillutað 250 tons. Ætlanin fevnir um at royna tveir ymiskar posar, tann vanliga og so ein sergjørdan, sum er gjørdur soleiðis at mótstøðan gerst minni. Mett veður at betri gjøgnumstreyming í posanum, umframt at vera lættari at toga, eisini gevur betri góðsku á sildini. Ætlanin er samstundis at fáa ein posa, sum kann nýtast alt árið.

Sildin skal á virkinum hjá Pelagos skerast til skinnless og butterfly fløk og vakuumpakkast í saltlaka.

Størri og meira orkusparandi trol
Pf. Kinnfelli fær, í samstarvi við Pf. Vónina, tillutað 250 tons. Verkætlanin hevur til endamáls at menna og royna nýggjan trolreiðskap við tí fyri eyga at spara olju, tíð og somuleiðis at kunna nýta sama trol til sild og makrel.

Nýggja trolið skal, hóast tað er størri, vera lættari at toga og vera lætt at venda við sum er neyðugt tá ein fiskar sild. Fyri at fáa hesar eginleikar og fyri at broyta trolið, so sildin kemur betur aftur í posan, er ætlanin at broyta bellin soleiðis at gjøgnumstreymingin verður betri enn í fjør. Hetta verður mett at geva betri góðsku, samstundis sum tað gevur orkusparing.

Breitlar, sum reka fiskin í trolið
Pf. Driftin fær, saman við Mtr Gøtunes, tillutaði 250 tons. Endamálið við verkætlanini er at nýta breidlar, við serligum frinsum / flabbum á. Endamálið er at menna eitt trol sum fiskar betur við tað at breidlarnir “reka” fiskin í trolið.

Agnsild
Spf. Glyggur Fishproteins and Bait fær, í samstarvi við Snarfrost og TG Seafood, tillutað 200 tons. Ætlanin, sum verður stuðlað, er ein verkætlan sum miðar í móti at við hesi kvotuni, kann felagið býta um og soleiðis fáa fatur á og menna ta sildina til agnsild, sum annars vegna brot ella stødd, verður skild frá og nýtt til mjøl.

Agnsildin kann tá seljast føroyskum ella útlendskum keyparum.

Fleiri av verkætlanunum viðvíkjandi norðhavssild líkjast líknandi verkætlanum fyri makrel. Les um tær verkætlanirnar her:

Hesi fáa makrel til vinnuligar royndir   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder