Innanlands

Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd og trivnað á Hilton Garden Inn

Ráðstevnan varð fyriskipað í sambandi við, at Sjónám var vertur fyri árliga fundinum hjá IASST (International Association for Safety and Survival Training), sum Sjónám er limur í

2025-09-15 16:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjónám: Fríggjadagin 12. september 2025 var fullsett í høllini á Hilton Garden Inn, tá altjóða maritima leiðsluráðstevnan um trygd og trivnað varð hildin.

Ráðstevnan varð fyriskipað í sambandi við, at Sjónám var vertur fyri árliga fundinum hjá IASST (International Association for Safety and Survival Training), sum Sjónám er limur í.

Á skrá vóru fleiri framløgur um trygd og trivna úr ymiskum sjónarhorni, og afturmeldingarnar frá luttakarum hava verið framúr góðar.

Høvuðspunktið var verkstovan “Sjónám-Agora”, har operationell trygd umborð varð viðgjørd. Frásøgn/viðmerkingar vórðu orðaðar í ymisku arbeiðsbólkunum, og fyrireikararnir arbeiða nú við at savna og reinskriva hesar.

– Vit staðfestu breiða semju um, at tørvur er á at raðfesta trygd á sjónum hægri. Tað krevur tætt samstarv um alt sjóvinnuøkið - men tíverri taka ikki allir partar lut, sigur Brandur H.Funningsstovu, leiðari á Sjónámi.

Ein felags niðurstøða, ið lýsir trygdarstøðuna umborð í dag, og um hvussu hon kann betrast, verður væntandi klár innan tvær vikur. Hon verður send luttakarunum, løgd á heimasíðuna og send miðlunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder