
Skrokkurin á nýggja frystitrolaranum, sum verður bygdur hjá Karstensens Skipsværft er málaður.
Hetta skrivar Varðin á heimasíðu síni í dag.
Nýbygningur nummar 486 hjá Skagen Skipsværft er við at vera liðugur og er nú málaður.
Skipið er 44,10 metrar langt og 11,5 metrar breitt.
Skrokkurin verður sleipaður til Skagen um hálvan oktober, har skipið verður gjørt liðugt.
Varðin og Framherji eiga í dag Faroe Origin, og eru bæði feløgini í gongd við hvør sín trolara, sum skulu avloysa partrolararnir Rók og Lerk.
Trolarin hjá Framherja er ikki komin líka langt, sum tann hjá Varðanum.
-
Sjúrður Tollaksson verður navnið á nýggja trolaranum (Mynd: Varðin)
-
-
Sjúrður Tollaksson verður navnið á nýggja trolaranum (Mynd: Varðin)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald