Innanlands

Polar Princess landar í Kollafirði

Polar Princess er komin á Kollafjørð, at landa makrel

Polar Princess (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Polar Princess (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-09-03 07:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendski verksmiðjutrolarin Polar Princess er komin á Kollafjørð, har skipið skal landa makrel.

Polar Princess hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tilsamans hevur skipið 900 tons av frystum makreli.

Seinastu árini hava grønlendsku makrelskipini landað makrelin í Føroyum tá ið tey eru á makrelveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder