- Tað er við gleði og eyðmjúkleika, at vit í dag kunnu boða frá, at vit nú kunnu hjálpa føroyskum fyritøkum út í heim, skrivar Hanus Samró, sølustjóri í Fishfacts, á Facebook.
Føroyska felagið, Fishfacts, ið feðgarnir Hanus og Óli Samró eiga og reka, veitir millum annað AIS loysnir til fiskivinnuna, umframt yvirlit av øllum fiskiskipum í heiminum.
- Okkara høvuðsendamál er at veita skiparum og reiðaríum eina so góða AIS tænastu sum yvirhøvur gjørligt, soleiðis at teir kunnu fáa gagn av henni, tá teir eru til fiskiskap, sigur Hanus Samró.
Fishfacts fevnir breitt. Sambært Hanusi Samró hava teir kundar í 17 londum.
- Okkara fokus er fiskivinnan, men vit flyta og menna okkum allatíðina, soleiðis at tað nú eisini er møguligt hjá føroyskum fyritøkum at fáa gleði av skipanini.
Sambært Hanusi Samró er skipanin ein blandingur av LinkedIn og Facebook, har fyritøkur kunnu stovna sína egnu tænastusíðu, og leggja tíðindi, filmar, myndir og produktir út á forsíðuna.
- Tað er rættiliga ómaksleyst. Føroysku fyritøkurnar kunnu millum annað leggja tíðindi út á forsíðuna. Um eitt útlendskt fiskiskip ella reiðarí heldur, at tað er áhugavert, kunnu teir trýsta á "contact us" knøttin, so fær føroyska fyritøkuna eini boð um, at viðkomandi fiskiskip ynskir at koma í samband við teir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald