2019-03-10 18:56
Nótaskipið Høgaberg landaði leygardagin eina svartkjaftalast til Havsbrún.
Høgaberg, sum hevur fiskað í altjóða sjógvi, hevði 1900 tons við til lands, sum teir landaðu tli Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.
Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, men veðrið hevur havt sína á virkan á túrin.
Høgaberg varð liðugur at landa í gjárkvøldið, og tá ið teir vóru lidnir at landa, slapp Finnur Fríði framat við 2400 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald