2018-09-19 21:38
Uppsovarskipið Høgaberg kom á Fuglafjørð í nátt, har teir skulu landa.
Høgaberg hevur fiskað makrel norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tá ið Høgaberg kom á Fuglafjørð, landaði Fagraberg 900 tons av makreli til Pelagos, og tá ið teir vórðu lidnir, slapp Høgaberg framat.
Høgaberg hevur 700 tons av makreli.
Talan er um góðan makrel, sum skipini fáa, og nógvur makrelur er at síggja á feltinum.
Bæði Fagraberg og Høgaberg fara aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald