Innanlands

Høgaberg skal landa makrel í Fuglafirði

Uppsjóvarskipið Høgaberg skal landa makrel til Pelagos

Høgaberg ávegis á Fuglafjørð í gjár (Mynd: Tórik Rouah)

Høgaberg ávegis á Fuglafjørð í gjár (Mynd: Tórik Rouah)

2022-10-07 07:25 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg skal landa makrel til Pelagos í Fuglafirði.

Høgaberg hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, og skal landa 770 tons av makreli til Pelagos. 

Høgaberg byrjar at landa seinnapartin tá ið liðugt er at landa Fagraberg.

Skipini hava nú fiskað føroysku makrelkvotuna fyri í ár, og nøkur av skipunum fara nú at bíða til sildafiskiskapurin tekur seg upp seinni í mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder