Innanlands

Høgni Hoydal tikið lut á Global Fishery Forum and Seafood Expo í Sankta Pætursborg

Legði dent á týdningin, sum fríhandil fyri fiskavørur hevur fyri at tryggja, at mest møguligt virði fæst úr havsins tilfeingi

2018-09-15 13:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur í døgunum 13. og 14. september tikið lut á russiska fiskivinnu kjaktorginum og framsýningini Global Fishery Forum and Seafood Expo í Sankta Pætursborg.

Hetta er annað árið at skipað verður fyri Global Fishery Forum and Seafood Expo og er tað russiska fiskimálaráðið, ið er stigtakari og russiski fiskimálaráðharrin Ilya Shestakov, sum hevur boðið føroyska fiskimálaráðharranum at taka lut í fiskivinnu framsýningini, eins og at leggja fram í sambandi við kjaktorgið, har høvuðsevnið var “Altjóða fiskivinnu virksemi fram til 2050: tilfeingi, marknaðir og tøkni” við serligum atliti at sambandinum millum framtíðar matvøru útboð og alsamt vaksandi íbúgvaratalið í heiminum. 

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, umrøddi í framløgu sínari, millum annað, at havið og havsins tilfeingi er mest týðandi luturin til tess at føða heimin í framtíðini og at røkka heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum (ST) um burðardygga menning. Hann nam við føroysku fiskivinnunýskipanina og tann týdning, sum virðisøking hevur fyri at tryggja varandi burðardyggar loysnir til framtíðar avbjóðingar innan matframleiðslu. Eisini legði hann dent á týdningin, sum fríhandil fyri fiskavørur hevur fyri at tryggja, at mest møguligt virði fæst úr havsins tilfeingi. Millum røðararnar á kjaktorginum vóru eisini russiski varaforsætisráðharrin Alexey Gordeyev, russiski fiskimálaráðharrin Ilya Shestakov, aðalskrivari í ICES Anne Christine Brusendorff, Aziz Akhannouch fiskimálaráðharri úr Marokko og Audun Lem úr FAO.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder