Innanlands

Høvdu ikki loyvi at koyra oyðilagt flak í farsmaskinuna

Enniberg fekk 105.000 norskar krónur í bót fyri at mala flakastykki til fars

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-30 18:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flakatrolarin Enniberg fekk í farna mánað eina bót – lutfalsliga lítla – fyri brot á norska lóggávu í sambandi við fiskiskap í norskum sjógvi.

Norska dagbladet hevði ein videojournalist við norska verjuskipinum KV Barentshav, og í videofilmi á heimasíðuni Dagbladet verður greitt frá, tá menn av KV Barentshav fóru umborð á Enniberg á eftirlitsvitjan, sum endaði við at føroyska reiðaríið fekk 75.000 norskar krónur og skiparin 30.000 í bót fyri at hava malið fisk til fars, sum er brot á norska lóggávu.

Kaj Johannessen, stjóri í pf. Enniberg váttar, at Enniberg hevði vitjan umborð av Kystvakten á einum túri herfyri.

- Her komu tey fram á smávegis óreglusemi, sum útloysti eina bót. Vit valdu at góðtaka bótina heldur enn at gera eina sak burturúr tí, tí útreiðslurnar av einum rættarmáli stóðu ikki mát við støddina á sektaruppskotinum, vit fingu, greiðir Kaj Johannesen frá fyri Portalinum.

Hann greiðir frá, at vanligt er, at teir umborð á flakatrolaranum mala fráskurð frá flakaframleiðsluni til fars. Í hesum førinum sóu norsku inspektørarnir, at eitt flak var farið í farsmaskinuna, og tað var lógarbrotið.

Kaj Johannesen greiðir soleiðis frá.

- Kvoturnar verða roknaðar út eftir mongdini av flaki, sum vit innrapportera hvønn dag. Flakamongdin verður so roknað um til tons av kvotu eftir einum útrokningarlykli alt eftir hvussu flakið er skorið, um tað er við ella uttan skræðu, um tað kílaskorið og so framvegis.

- Í hesum føri hevði ein maður koyrt eitt flakastykki, sum var oyðilagt og ikki kundi seljast, í farsmaskinuna. Hetta varð av inspektørunum mett sum ein roynd at snýta við kvotuni, og vit vórðu skuldsettir, greiðir Kaj Johannesen frá.

Hendingin fór fram fyrst í februar mánaði. Enniberg er langt síðan liðugur við túrin og er farin á nýggjan túr. Hesaferð á rækjuveiðu í russiskum sjógvi heilt eystur móti Novaja Semlja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder