Tveir brøður, Sólarn Isaksen og Marne Isaksen hava verið í fútarættinum í dag í sambandi við eina trætu ímillum seg og Bakkafrost. Trætan snýr seg um hummarafiskarí í Haraldssundi, har Bakkafrost eisini hevur aliloyvi.
- Vit søktu um veiðiloyvi í desembur mánaða fyri 2019. Tað gingu nakrir dagar, og vit fingu báðir loyvi, sigur Sólarn Isaksen, sum eigur bátin Benjamin, ið hevur hummaraloyvi í haraldssundi. Beiggi hansara, Marne Isaksen, sum eigur bátin Svartaberg, hevur loyvi á sama øki.
Men sambært Sólarn Isaksen er lítið av plássi eftir á fjørinum, tí Bakkafrost hevur troðka hummaraveiðuna vekk.
- Tað er bara eitt lítið øki eftir í fjørinum, har nakað av hummara er. Vit hava roynt at leita í øllum økinum, men hóast vit fáa nakað av hummara, er talan um lítla mongd, sigur Sólarn Isaksen, ið greiðir frá, at teir allatíð hava flutt seg undan Bakkafrost, sum hevur aliloyvi í Harldsundi.
Brøðurnir hava loyvi á 1,5 tons í part, men sambært Sólarn Isaksen kunnu teir kanska fáa 100-200 kilo um ári til samans, um teir ikki sleppa at draga uttanfyri Skálatoftir, sum sambært Sólarn er einasta øki, ið er eftir, har hummari er.
- Nú hendir tað, at Bakkafrost eisini fær loyvi at seta aliringar upp í tí síðsta økinum, har nakað av hummara er. Eg verði ringdur upp og biðin um at flyta rúsurnar, men eg havi nokta at gera tað, greiðir Sólarn Isaksen frá. Hann sigur hetta vera grundina til, at málið er enda í fútarættinum. Og hann er heldur ikki í iva um avleiðngarnar, um hann og bróðurin ikki fáa loyvi at halda fram í økinum.
- Um vit ikki sleppa at draga uttanfyri Skálatoftir, so gevast vit, tí so er onki eftir, sigur Sólarn Isaksen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald