Uttanlands

ICES tilmælið fyri uppsjóvarfisk 2020 kunngjørt

Mest loyvda veiðan fyri makrel hækkar 20 prosent meðan hon lækkar 11 prosent fyri norðhavssild

Mynd: Havstovan

Mynd: Havstovan

2019-10-01 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag kunnger ICES tilmælini fyri uppsjóvarfisk fyri 2020.

Mest loyvda veiðan fyri makrel hækkar 20 prosent, tilmælta svartkjaftaveiðan er á sama stigi, meðan hon lækkar 11 prosent fyri norðhavssild.

Tilmælið fyri makrel er 922.064 tons, tilmælið fyri svartkjaft er 1,16 mió. tons, og tilmælið fyri norðhavssild er 525.594 tons.

Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Havstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder