![placeholder](https://fiskur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú stormur hevur leikað í í fleiri dagar, liggja fleiri útlendsk skip í føroyskum havnum og kroka.
Eitt teirra er íslendski pelagiski trolarin Víkingur frá Akranesi. Teir hava ligið á Havnini í fleiri dagar. Manningin hevur tað gott og hevur verið spákitúrar í býnum.
Teir ótolnast sjálvsagt at sleppa til fiskiskap, tí teir fóru av Vápnafjørðinum og komu beinleiðis á Havnina at kroka. Teir skulu fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag. Har hitti hann skiparan og tríggjar av manningini, sum telur níggju. Prátið gekk væl og bøn til Guds varð biðin fyri skipi og manning.
Teimum umborð á Vikingi og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald