Uttanlands

Íslendsk skip hava eisini góðan fiskiskap í føroyskum sjógvi

Vilhelm Thorsteinsson landar svarkjaft í Skagen

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-04-21 10:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Íslendska uppsjóvarskipið Vilhelm Thorsteinsson landar 3400 tons av svartkjafti til FF Skagen.

Vilhelm Thorsteinsson hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi á sínum fyrsta túrið, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Íslendska uppsjóvarskipið landar heili 3400 tons av svartkjafti til danska uppsjóvarvirkið FF Skagen, har skipið kom fyrr í vikuni.

Tá ið Vilhelm Thorsteinsson hevur landað, verður helst farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Eitt annað íslendskt uppsjóvarskip, Jón Kjartansson, kom í gjárkvøldið til Íslands, har teir skulu landa yvir 2000 tons av svartkjafti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder