2022-07-23 22:31
Íslendska uppsjóvarskipið Vilhelm Thorsteinsson kom í gjár á Kollafjørð, har skipið skuldi landa umleið 1500 tons av makreli.
Skipið hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan verður landa til Faroe Pelagic, og tá ið liðugt er at landa, fer skipið aftur til fisksiskap eftir makreli.
Fiskiskapurin hevur verið smáligur í seinastuni, men nú fáa skipini væl meira av makreli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald