2020-10-22 08:10
Øll manningin á íslendska trolaranum Júlíus Geirmundsson er send í sóttarhald eftir at tað varð staðfest, at 19 mans umborð vórðu smittaðir við korona, skrivar ruv.is.
Tá trolarin kom á Ísafjørð sunnukvøldið varð gjørt av at kanna øll umborð, tí nakrir av manningini høvdu fingið krímlíknandi sjúkueyðkenni. Tað vísti seg, at meira enn helmingurin av manningini, 19 av 33, høvdu smittuna.
Teir 19 eru millum 62 nýggju smittutilburðirnar, ið vórðu lagdir afturat íslendsku smittutølunum í gjár.
Bert 29 av nýggju smittutilburðunum vóru í sóttarhaldi frammanundan, skrivar RÚV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald