
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri.
Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur manningin lagt eina fortoying út. Á fortoyingini er ein hitamátari. Endamálið er at fáa dagligar hitamátingar í eitt longri tíðarskeið á grunna partinum av Bankanum.
Sostatt er fortoyingin ikki til vanda fyri vanliga skipaferðslu; men heitt verður á skip og bátar, sum fiska á Bankanum, um ikki at fiska ov nær við fortoyingina.

Endamálið við hydrografitúrum annars er at máta hita og saltinnihald í sjónum, umframt at máta eitt nú tøðevni og kanna djóraæti. Mátað verður eftir standardskurðum fyri at fylgja við í broytingum í føroyskum sjógvi.
Umframt fortoyingina á Bankanum varð eisini ein minni boya løgd út í Bankarennuna á umleið 800 metra dýpi. Hetta er ein sonevnd PIES (Pressure Inverted Echo Sounder), ið er eitt slag av ekkóloddi, ið stendur á botni og mátar. Við hesum tóli ber til at rokna, á hvørjum dýpi markið millum heitan og kaldan sjógv er, og hvussu tað broytist. Hesar mátingar eru partur av verkætlanini ObsSea4Clim, sum Havstovan er partur í.
Havstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald