Innanlands

Jákup Sverri hevur opið skip á Sjómannadegnum

Leygardagin frá klokkan 14 til 17 verður møguleiki at fara rundtúr á rannsóknarskipinum

Leygardagin kemur Jákup Sverri til Klaksvíkar (Mynd: hav.fo)

Leygardagin kemur Jákup Sverri til Klaksvíkar (Mynd: hav.fo)

2025-08-21 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 23. august verður “opið skip” umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.

Hetta í Klaksvík sum partur av Føroya Sjómannadegi í Klaksvík.

Tað boðar Havstovan frá á heimasíðu sínari.

- Gestirnir ganga rundtúr á rannsóknarskipinum t.d. á troldekkinum, kanningarstøðunum, har umhvørvi og fiskur verða kannað, og upp á brúnna. Á fabrikkini verður víst, hvussu fiskamátiskipanin umborð virkar.

Opið verður frá klokkan 14.00 til klokkan 17.00.

Full skrá fyri Føroya Sjómannadag er at finna her

Sí eisini: Sjómannadagar í Klaksvík um vikuskifti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder