
Í sambandi við sjómannadagin leygardagin hava fleiri tiltøk verið hesa vikuna.
Fríggjakvøldið klokkan 17 verður eitt av stóru tiltøkunum, tá fiskikapping fyri børn verður á Kósabrúnni. Ein tíma seinni verður vatnkríggj á vágni. Skip og bátar leggja at á Kósabrúnni og taka fólk umborð.
Leygardagin er stóri dagurin. Seglskipini leggja at klokkan 10 og hálvan tíma seinni verður sjómannadagurin settur, og tá verður boðið til stórt morgunmatarborð.
Gjøgnum dagin verða nógv tiltøk. Eitt nú í at vinda hespur upp í noða, kasta langlínu, agnskering, egning, skipalistakviss osv.
Eisini er nógv fyri børn gjøgnum allan dagin umframt stórt úrval av mati - har í millum væl umtókta Fish & Chips frá JFK.
Alt er ókeypis á Sjómannadegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald