Sjómansmissiónin hevur fingið heilsan frá manningini á Ennibergi.
Teir komu á Havnina seinnapartin sunnudagin, men leygarkvøldið høvdu teir jólaløtuna og sendu tá eina heilsan, sum ljóðar soleiðis:
-Vit høvdu jólahald umborð í kvøld kl.17. Tað byrjaði við, at vit ótu dunnu og alt, sum hoyrir til tann døgurðan. Síðani sungu vit “Eg gleðist so hvørt jólakvøld” og eftir tað las Klæmint Isaksen jólaevangeliið. Síðan sungu vit “Gleðilig jól” og pakkaðu jólapakkarnar frá sjómanskvinnuringunum upp. So var spurnakapping áðrenn mandlugreytin.
Vit vilja við hesum takka so inniliga fyri pakkarnar, og alt tađ arbeiðið, sum tú (Torleif Johannesen) og sjómanskvinnuringarnir gera fyri okkum.
Skipari og manning ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.
Vegna manningina, Juel.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald