Uttanlands

Jupiter landar svartkjaft í Danmark

Jupiter skal landa 2.150 tons av svartkjafti í Thyborøn

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-04-23 09:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter er komið til Danmarkar, har skipið skal landa svartkjaft.

Jupiter hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og skal landa 2.150 tons av svartkjafti í Thyborøn.

Jupiter hevur haft góðan fiskiskap í føroyskum sjógvi eins og hini skipini hava havt, men sum skilst á lagnum er fiskiskapurin minkaður eitt sindur seinastu dagarnar, av tí at veðrið er versna.

Føroyskum svartljaftaskipini hava havt sera góðan fiskiskap í føroyskum sjógvi seinastu vikurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder