Skipasøga

Kallast nú Odeskär

Fyrrverandi føroyski trolarin Nípan er snøgt sagt ikki til at kenna aftur

2015-02-08 18:07 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fyrrverandi føroyski trolarin Nípan, ið hevði heimstað í Runavík í 80'unum er umbygdur, og snøgt sagt ikki til at kenna aftur.

Nípan varð seld til Svøríkis og fekk navnið Runavík, men bleiv seinni seld til annað felag og kallast í dag Odeskär.

Fyri nøkrum árum síðan bleiv skipið umbygt somikið nógv, at talan nú er um nýtt skip.

Odeskär er systurskip hjá Mascot og Sigmund, ið eru heimahoyrandi á Toftum, men fyri nøkrum árum síðan vóru tað heili sjey skip av hesum slag heimahoyrandi í Føroyum.

Skipini vóru:

Hamraberg: Kallast Kenty
Heldarstindur: Sakk
Bláfossur: Kallast Helene
Mascot
Sigmund
Vesturleiki: Kallast Louise L 
Núpur: Hevur sama navn og heimstað í Íslandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder