Fyrrverandi føroyski rækjutrolarin Hviltenni, kallast nú Taurus og hevur heimstað í Estlandi.
Tað var leirvíkingurin Kjartan Joensen, ið bygdi skipið í Noregi í 1985. Skipið fekk navnið Hviltenni, og skuldi avloysa undanfarna Hviltenni, sum Kjartan Joensen keypti frá Dánjal Paula á Hvítanesi í 1975. Seinni fekk tað skipið navnið Polar Nivi og heimstað í Grønlandi.
Polar Nivi varð uphøgdur í 2011 í Frederikshavn í Danmark.
Hviltenni hevði heimstað í Leirvík frá 1985 til 2000 tá Kjartan Joensen yvirtók enn ein nýbygning úr Noreg og seldi gamla Hviltenni til Estland.
Niðanfyri ber til, at síggja fyrsta part av sendingini "Reyða Gullið", ið Zacharias Hammer hevur gjørt.
Í sendingini tosar Zacharias Hammer við millum annað Kjartan Joensen, ið greiðir frá tá ið teir byrjaðu fiskiskapin eftir rækjum í 1975.
Síggj sendingina her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald