2019-03-23 22:54
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Katrin Jóhanna hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur, tó darvaður nógv av veðriðnum.
Katrin Jóhanna hevur umleið 1200 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Hasvbrún, har teir sleppa framat at landa á midnátt.
Veiðan verður framleidd til fiskalýsi og fiskaolju, og síðan víðari virkað til fóður.
Tá ið Katrin Jóhanna hevur landað, sleppur Tróndur í Gøtu framat við eini svartkjaftalast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald