Tað er russiska felagið Muran Seafood, sum hevur keypt flakatrolarin Gadus úr Klaksvík.
Tað var fyrr í dag, at tað gjørdist greitt, at Gadus var seldur til Russlands, hóast tað er ein tíð síðan at skipið fór av Klaksvík, og setti kós móti Båtsfjord í Norra, har skipið skuldi handast.
Tað hevur gingið eitt sindur av tíð áðrenn alt kom uppá pláss, og í gjár varð Gadus endaliga handaður russisku eigararnum, sum er Murman Seafood.
Felagið eigur fleiri skip, sum øll eita Melkart og síðan eitt tal. Sum dømi kann nevnast at fyrrverandi Vesturleiki hoyrir til sama felag, og kallast Melkart 6.
Tí er ikki óhugsandi at Gadus nú fer at eita Melkart, sum er fyrrverandi navnið á elsta skipinum hjá felagnum, sum er selt til upphøggingar.
Gadus er seldur fyri 60 milliónir krónur, og JFK Trol í Klaksvík fær seinni í ár handað ein stóran og stásuligan nýbygning, sum verður bygdur í Turkalandi.
JFK eigur framvegis Sjúrðarberg, sum fiskar kvoturna hjá felagnum í Barentshavinum í løtuni til nýggi trolarin kemur.
Sjúrðarberg er eisini á sølulista, og prísuppskotið er 40 milliónir krónur.
Sjúrðarberg er bygdur í 1987 á Skála Skipasmiðju, og Gadus er eisini bygdur í 1987 tó á Langsten skipasmiðjuni í Norra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald