Klevstrand kom á Fuglafjørð í morgun

Danska farmaskipið sendi neyðarkall út í gjáramorgunin. Klevstrand hevði millum annað fingið nógvan sjógv í maskinrúmið, og Brimil kom til hjálpar

Klevstrand og Brimil komu á Fuglafjørð í morgun

Klevstrand og Brimil komu á Fuglafjørð í morgun

2022-03-02 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var beint áðrenn klokkan sjey í gjáramorgunin, 1. mars, at Klevstrand sendi neyðarkall.

Danska farmaskipið var vestan fyri Føroyar - 100 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi, har veðrið var vánaligt - og tá ásannað var, at sjógvur var komin í maskinrúmið, sum elvdi til skammlop, sendi Klevstrand neyðarkall.

Kringvarpið skrivar, at trolarin Brestir var fyrstur hjá Klevstrand, og at Klevstrand og Brimil komu á Fuglafjørð tíðliga í morgun.

Brimil kom til  Klevstrand seinnapartin í gjár, og síðani fylgdust skipini. 

Seks mans eru við Klevstand, sum er góðar 70 metra langur coastari, bygdur í 1970, skrivar kvf.fo. Farmaskipið var ávegis til Íslands.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder