2026-06-30 10:44
Trolarin Kúrberg kom á Havnina í morgun, har trolarin skal landa.
Kúrberg hevur verið til fiskiskap í 13 dagar eystan fyri Føroyar, og meginparturin av veiðuni er longa.
Umframt longu, so er eisini nakað av toski, brosmu og kongafiski í lastini hendan túrin.
Tá ið Kúrberg hevur landað, verður farið aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald