Innanlands

Lágir laksaprísir, ILA og verkfallið gjørdu fíggjarliga úrslitið verri

Bakkafrost er í morgun komið við úrslitinum fyri triðja ársfjórðing – 173 milliónir krónur samanborið við 269 milliónir sama tíðarskeið í fjør

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-05 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rakstrarúrslitið í triðja ársfjórðingi 2024 fyri alt Bakkafrost samtakið var 173 milliónir krónur, samanborið við 269 milliónir triðja ársfjórðing í fjør.

Tøkan í Føroyum var 21.618 tons og 5.411 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 16.740 tons og 4.100 tons sama tíðarskeið í fjør. Lívfrøðiliga gongdin var góð í Føroyum og lúsatølini eru framhaldandi metlág. Lívfrøðin í Skotlandi hevur verið munandi betri í hesum ársfjórðinginum enn sama tíðarskeið undanfarnu árini.

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Vit eru ikki nøgd við gongdina í hesum ársfjórðinginum, ið varð nógv ávirkað av lágu laksaprísunum á marknaðinum. Verkfallið í vár og staðfestingin av ILA í tveimum ringum í Vági høvdu stóra neiliga ávirkan á úrslitið.

- ILA-støðan viðførdi, at fiskurin mátti takast í ótíð, áðrenn hann var fullvaksin og hetta, saman við útsettari tøku vegna verkfallið, gjørdi tað munandi torførari hjá okkum at tillaga tøkuna eftir tørvinum á marknaðinum. Vit fegnast um at ILA-sjúkan ikki spreiddi seg og kunnu staðfesta, at mannagongdirnar riggaðu eftir ætlan, sigur Regin Jacobsen.

Hann greiðir frá, at lívfrøðiliga gongdin í Føroyum annars verið sera góð í ársfjórðinginum. Góður vøkstur hevur verið, lúsatølini met-lág, fellið var lágt og miðalvektin á tikna fiskinum øktist. Eisini á smoltstøðunum í Føroyum hevur gongdin verið góð, og orsakað av hesum styttist umferðartíðin og harvið mongdin av útsettum smoltum.

Komandi ár væntar Bakkafrost at útsetta mongdin fer at tátta í 8.000 tons av smoltum – sum er munandi øking frá teimum áleið 2.000 tonsunum fyri fáum árum síðani.

Gongur rættan veg í Skotlandi

Í Skotlandi gekk rættan veg, greiðir stjórin í Bakkafrost frá. Lívfrøðiliga váðastýringin lækkaði mongdina av serligum felli meir enn 80 prosent. Miðalvektin á tikna fiskinum øktist eisini munandi og lúsatølini eru met-lág – eins og í Føroyum.

Á smoltstøðini í Applecross gongur alsamt framá við at vaksa um framleiðsluna av stórum dygdargóðum smolti. Í fjórða ársfjórðingi í ár byrjar útseting av 200g smoltum og framyvir er einans ætlað at seta tílík stór dygdargóð smolt á sjógv í Skotlandi.

- Fyri at varðveita okkara kappingarføri hava vit sett eina røð av sparitiltøkum í verk í Skotlandi, ið tillaga virksemið til tøkumongdina komandi árini. Eitt av hesum tiltøkum var at lata virkið í Marybank aftur. Hetta varð gjørt í juli og sostatt eru sparingarnar haðani ikki fult sjónligar í triðja ársfjórðingi.

- Laksamarknaðurin hevur verið verri í hesum ársfjórðingi, enn sama tíðarskeið í fjør. Laksaprísurin var lágur allan ársfjórðingin, meðan framtíðarútlitini eru munandi bjartari. Serliga í fyrru helvt í komandi ári vænta vit høgar laksaprísir. Lítil vøkstur verður í útboðnum av laksi sum heild, og væntandi verður serliga stórur mangul upp á stóran superior laks.

- Bakkafrost økir um tøkuna næsta ár, tá vit ætla at taka 100.000 tons av laksi tilsamans í Føroyum og Skotlandi. Vit leggja okkum eftir at gera VAP-sáttmálar fyri umleið 15 prosent av tøkuni komandi ár, sigur Regin Jacobsen í tíðindaskrivi í dag.

VAP -Value Added Products – er liðugtframleiðslan av laksaporsjónum, sum fer fram á Glyvrum (-red.) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder