Innanlands

Langt á fiskileið

- Nú er fiskiárið liðugt hjá okkum. Tá vit eru lidnir at landa, vaska vit skipið og fáa jólaferiu. Skipið fer at liggja í Føroyum á jólum, sigur Jóannes Egholm, skipari á Tasilaq

Jóannes Egholm, skipari á Tasilaq (Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

Jóannes Egholm, skipari á Tasilaq (Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)

2022-12-16 21:26 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Síðstu tveir dagarnar hevur grønlendski trolarin, Tasilaq, landað umleið 1500 tons av sild í Fuglafirði. Teir byrjaðu at leita eftir sild í føroyskum sjógvi, men sóu ongan stima. Síðani gekk leiðin norður í altjóða sjógv, heilt norður á 70 stig.

- Fyrstu dagarnar vóru vit darvaðir av veðrinum og fingu ikki roynt. So batnaði veðrið, og sild var at fáa. Tað sigur skiparin, Jóannes Egholm.

- Støddin á sildini er góð, tí hon liggur um 350 gram. Har vóru tvey grønlendsk, nøkur føroysk og nøkur russisk skip í økinum, sigur hann. 

- Nú er fiskiárið liðugt hjá okkum. Tá vit eru lidnir at landa, vaska vit skipið og fáa jólaferiu. Skipið fer at liggja í Føroyum á jólum, sigur hann.

- Vit takka fyri jólapakkarnar frá sjómanskvinnuringunum. Vit fingu eisini jólapakkar í fjør, og tað var ein frøi fyri allar og ikki minst fyri grønlendingarnar, sum ikki eru líka vanir við at fáa jólapakkar umborð, sum vit føroyingar, sigur hann.

- Gávurnar fløva bæði føturnar og hjørtuni – um so er, at hosur eru í pakkunum, sigur Jóannes, skemtandi, men meinar tað kortini.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder