Innanlands

Langt ímillum teir góðu túrarnar

Hetta var ein góður túrur, og vit fingu 200 tons av upsa upp á sjey dagar, men annars er langt millum góðu túrarnar, sigur Karstin Ljósstein, stýrimaður á Heyki

Karstin Ljósstein, stýrimaður á Heyki (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Karstin Ljósstein, stýrimaður á Heyki (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-05-20 06:44 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Hetta var ein góður túrur, tí vit hava góð 200 tons av upsa í sjey dagar. Annars má eg siga, at tað er sera langt ímillum góðar túrar hjá upsabátunum.

Tað sigur stýrimaðurin á Heyki, Karstin Ljósstein.

-Vit royndu á Munkagrunninum, og fiskiskapurin var samanhangandi góður. Vit og Falkur royndu einsamallir har, og tá kann fiskiskapurin eydnast í nakrar dagar. Men koma fleiri pør, so varar góða fiskaríið sum oftast stutt, sigur hann.

- Annars hekk væl av góðari sild í trolinum, og tað er óvanligt suðuri á Munkagrunninum. Tað er nokkso vanligt á Sandoyarbankanum. Harafturat datt nógvur makrelur úr trolinum niður á dekkið hvørja ferð, vit hálaðu, men tað hendir av og á, sigur Karstin.

- Tað er tekin um lív, men hvat fyri lív, veit eg ikki. Fiskur er har, hann fær føði, so okkurt etandi man vera í økinum. Annars hevur tað verið høgætt í vikur, og tað er vánalig fiskiætt. Harafturat hevur ein stórur svartkjaftafloti ligið sunnanfyri Føroyar eisini tætt uppá, har vit royna, og teir órógva óivað eisini upsafiskiskapin har, sigur Karstin.

Karstin Ljósstein er garvaður fiskimaður, tí í summar hevur hann verið 50 ár á sjónum, samstundis sum hann rundar tey 65 árini. Fyrstu átta árini vóru við línuskipi, og síðani hevur hann siglt við ymiskum trolarum.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð gjáramorgunin. Tíð var bæði til drekkamunn, prát, Guds orð og bøn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder