Innanlands

Líðhamar sleipaður til Havnar

Líðhamar er komin til Havnar á beding, eftir at trekkstongin slitnaði

2019-04-12 11:06 Author image
Ari av Rana

Líðhamar er nú komin til Havnar á beding eftir at útróðrarbáturin fekk trupulleikar á Norðurhavinum.

Brimil sleipaði Líðhamar til Klaksvíkar fyrradagin, og í gjárkvøldið kom Brimil á Havnina við útróðrarbátinum.

Umborð á Brimli siga teir, at tað gekk væl at sleipað Líðhamar á Nólsoyarfjørð, har gummibáturin hjá Brimli síðani sleipaði Líðhamar síðsta strekkið inn um molan.

[object Object]

placeholder
placeholder