Umhvørvisstovan veitti í gjár umhvørvisgóðkenning til Lívfiskastøðina hjá P/F Bakkafrost Farming í Skálavík. Ein lívfiskastøð framleiðir lívfisk við tí endamáli at taka rogn, tá lívfiskurin er kynsbúgvin. Støðin framleiðir eisini nakað av yngli og smáfiski.
Umhvørvisgóðkenningin umfatar alt virksemið, sum er knýtt at lívfiskatstøðini. Framleiðslan verður eini 300 tons av fiski um árið.
Støðin brúkar bæði vatn og sjógv. Støðin leiðir spillvatn frá rakstrinum á sjógv ígjøgnum eina umleið 700 m langa leiðing. Munnin er á 20-25 metur dýpi umleið 225 metur norðanvert Villingatanga. Spillvatnið inniheldur skarn og fóðurleivdir frá framleiðsluni. Harafturat kann nakað av óljóði standast frá framleiðsluni.
Dentur er lagdur á, at skarn og fóðurrestir ikki skulu elva til upphóping av tilfari á botni ella til aðra sjónliga dálking á staðnum. Treytir eru m.a. settar um, at P/F Bakkafrost Farming fylgir við støðuni á botninum við munnan á spillvatnsútleiðingini. Um tað vísir seg, at útlátið frá smoltstøðini elvir til dálking, sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja, at bøtandi atgerðir verða gjørdar.
Eisini eru treytir settar til, at virksemið á smoltstøðunum ikki má hava við sær ampar av óljóði, lukti o.ø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald