Innanlands

Lívligt virksemi á fjørðinum

Rokaligt á Trongisvágsfirði í dag. Nógv skip koma og fara

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2021-01-22 16:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við jøvnum millumbilum er úr at gera hjá Tvøroyrar Havn, av skipum ið koma og fara. Sjáldsamt er tað tó, at so rokaligt er, sum í dag, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

Við Varðan Pelagic liggur Tróndur í Gøtu og landar 400 tons av sild. Vestanfyri hann liggja frystifarmaskipini Samskip Crystal og Silver Copenhagen og taka ímóti fiski frá Varðanum.

Innast í havnalagnum liggur djúphavstrolarin Suðringur. Á Drelnesi, beint undir mentanarhúsinum SALT, liggur 97 metra langa Samskip Arctic.

Nótaskipið Astrid lá eina løtu við Krambatanga í dag, men nú Smyril kom inn eftir fjørðinum, so fór skipið yvirum aftur. Astrid bíðar eftir fýra monnum, sum koma við Smyrli. Astrid er heimahoyrandi í Skagen og er bygd í 2014. Skipið er 69,95 metrar langt og 15,2 metrar breitt.

Hugaligt við nógvum virksemi á fjørðinum, staðfestir Tvøroyrar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder